Ongi úrslit

Fara at gera tað truplari hjá næmingum at snýta í skúlanum

Vitlíki er ein trupulleiki og tí verður arbeitt við at broyta bæði undirvísing og próvtøkuhættir, sigur landstýrismaðurin

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:18

Vitlíki hevur nú fingið landsstýrismannin í undirvísingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, at seta gongd á eitt arbeiði at broyta bæði undirvísing og próvtøkur í skúlunum.

Vitlíki verður alt meiri vanligt og tað er eitt hent amboð. Men tað kann eisini misbrúkast, ikki minst í skúlanum. Har er tað nevniliga blivið ein stórur trupulleiki, tí næmingar brúka vitlíki til at skriva uppgávur við heldur enn at skriva tær sjálvir.

Nú hevur Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, reist spurningin um vitlíki í skúlanum og í hesum sambandi hevur hon spurt landsstýrismannin, um hetta er nakað hann hugsar um, og ætlar er at gera nakað við.

Djóni Nolsøe Joensen ásannar, at vitlíki kann vera sera hent í skúlanum, men fortreytin er, at bæði næmingar og lærarar, hava ta neyðugu talgildisbúgvingina. Tað eru førleikar til at meta um, hvussu vitlíki eigur at verða brúkt.

– Okkara skúlaskipan leggur upp til, at næmingar í stóran mun arbeiða við skrivligum uppgávum heima, ella í skrivligum próvtøkum, sigur hann.

– Á hesum økinum er vitlíki ein stór avbjóðing, tí tað er sera freistandi hjá næmingum at lata vitlíki svara uppgávuni fyri seg, leggur hann afturat.

Hann sigur, at sostatt er tað eisini ringt hjá lærarum at vita um næmingarnir hava skrivað uppgávuna sjálvir, ella um teir hava brúkt vitlíki

Størstu avbjóðingarnar eru sostatt:

• At skipa skrivligt arbeiði, soleiðis at vitlíki verður eitt hjálparamboð.

• At seta ferð á at menna talgildisbúgving í skúlaverkinum við námsætlanum, førleikamenning, tilfari, ráðgeving, og øðrum.

• At støðumet og próvtøl ikki altíð eru eftirfarandi, tí stey kanska ikki eru avrikini hjá  næmingunum.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at arbeiðið at endurskoða próvtøkurnar er byrjað við tí endamáli at finna hóskandi próvtøkuhættir.

– Ávísar royndir eru gjørdar. Á Vinnuháskúlanum er portfolio próvtøkuháttur settur í verk, og fleiri skrivligar próvtøkur eru gjørdar munnligar. Portfolio próvtøka er, at næmingarnir skulu eisini avlevera eina avriksmappu sum vísir, hvat teir hava gjørt ígjøgnum árið.

Á miðnámi hevur skrivlig próvtøka verið í summar, har næmingar bara sluppu at brúka pappír og blýant.

Í løtuni verður ein royndarverkætlan fyrireikað við øðrvísi próvtøkuhættum í nøkrum lærugreinum í fólkaskúlunum kring landið, og ætlanin er at royna tað í verki í próvtøkunum næsta summar.

Harumframt verður møguleikin kannaður at skipa fyri fleiri munnliga próvtøkum ístaðin fyri skrivligum.

Landsstýrismaðurin sigur, at ymiskt annað arbeiðið er eisini í umbúna við at gera nakrar royndir, sum byggjast kann víðari á.

– Talan er um menningararbeiði, sum ikki bara snýr seg um próvtøkuhættir, men kanska skal undirvísingin eisinni lagast til, umframt at lærarar og próvdómarar skulu førleikamennast, sigur hann.

Landsstýrismaðurin sigur, at nøkur tíðarætlan er ikki løgd og hann leggur afturat, at í løtuni verður arbeiðið fíggjað við teirri játtan, hann hevur fingið á fíggjarlógini.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

Í gjár kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45