Ongi úrslit

Familjudagur og fjølmentanarborð í Perluni

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
17. oktober kl. 12:30

Leygardagin 25. oktober klokkan 13.00 bjóðar Fjølmentanarvikan til familjudag í Perluni, har dentur verður lagdur á mentanarliga fjølbroytni og felagsskap.

Á skránni er ein fjølbroytt matarbuffét við rættum úr millum annað Ghana, Albania, Peru og Asia – eitt høvi at royna nýggjar smakkir og uppliva matmentan úr ymiskum pørtum av heiminum.

Reinsaríið verður eisini opið við kaffisølu og te, og á pallinum verður tónleikur og dansur fyri bæði børn og vaksin.

Afturat hesum verða ymiskir básar við vørum til keyps, og Ítróttarsamband Føroya (ÍSF) verður á staðnum, við upplýsingum um frítíðartilboð í Tórshavnar kommunu.

Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53