"Rakul Jarnskor" og "Brynhild Eysturskarð" eru bert tvey av fleiri følskum nøvnum, sum á Facebook lýsa við at tey selja ein kassa av klæðum.
Føroya Politi ávarar tó á teirra vanga í dag, at hettar eftir øllum at døma, er ein falskur vangi.
Ein sum roynir at lokka fólk at skriva navn og kortupplýsingar eftir at hava trýst á eitt leinki og útfylt spurnarblað.
Hevur man verið óheldigur og longu gjørt hettar, má man skunda sær at seta seg í samband við bankan og sperra kortið.