Ongi úrslit

Falskur politistur hevði ekta politiskelti -

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Fyrr í vikuni sendi Føroya Politi tíðindaskriv út um skuldsetingina ímóti einum fyrrverandi politisti, sum hevði fortalt fyri starvsfólkum í fleiri handlum í Havn, at hann politistur. Í hesum sambandi hevði viðkomandi misnýtti eitt politiskelti.  

Politiið sigur í dag, at tey hava kannað umstøðurnar kring politiskeltið, sum varð nýtt til hendingarnar. Politiið staðfestir nú, at talan er um eitt ekta politiskelti. 

At fyrrverandi politisturin framhaldandi hevði politiskeltið í varðveitslu, kemst av einum innanhýsis menniskjaligum mistaki, sigur politiið.

Tey harmast um íkomnu støðuna og tí hava tey hert innanhýsis mannagongdirnar hesum viðvíkjandi fyri at tryggja, at slík álvarsom mistøk ikki koma fyri aftur, sigur politiið.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43