Leygarkvøldið 17. januar 2026 verður stóra fagnaðarkonsertin fyri Petur Pólson hildin í Løkshøll – eitt kvøld, har vit savnast at hátíðarhalda listafólkið, sum í fleiri áratíggju hevur sett sín serliga dám á føroyska tónleikapallin og mentanarlívið.
Petur Pólson hevur útgivið tónleik og yrkingasøvn í egnum navni og hevur samstarva við nakrar av fremstu tónleikarunum í Føroyum. Í 1997 fekk hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingarsavnið “Ongin sól er til” og í 2015 fingu Benjamin og Petur ikki minni enn fýra FMA virðislønir fyri plátuna “AVE”. Petur hevur við sínum hugvekjandi listarliga sniði, altíð spælt við mótsetningar, har tað vakra møtir tí dapra, har gleðiboð verða koyrd í moll, og har sorg verður koyrt í verðsligan dám.
Á konsertini verður listin hjá Peturi tulkað av nøkrum av okkara fremstu tónleikarum og rithøvundum: Visible Fish, Eivør, Benjamin Petersen, Niels Arge Galán, Michael Blak, Marius D.C., Knút, Lyon, Guðrið Hansdóttir, Uni Árting, Høgni Lisberg, Sámal Ravnsfjall, Jens L. Thomsen, Jón Tyril, Mattias Kapnas, Jan Rúni Poulsen, Dorthea Højgaard Dam, Jensia Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim og Oddfríður Marni Rasmussen. Tey fara øll at leggja sín serliga dám á løgini, sum hava verið partur av lívinum hjá mongum føroyingum í gjøgnum árini.
Fagnaðarkonsertin er ein kærkomin møguleiki at steðga á, líta aftur og takka listamanninum, sum altíð hevur torað at verið sannur í sínum tónleiki.
Hetta kvøldið fagna vit tónleikin og lívið.