Ongi úrslit

Fáa yvir 4.250 litrar av mjólk meiri um árið - undan hvørjari kúgv

Áki Bertholdsen
8. august kl. 10:48

Í fjør fekk Mjólkarvirki Búnaðarmanna, MBM, tilsamans góðar 7,2 milliónir litrar av mjólk til viðgerðar.

Heilt nágreiniliga tók MBM ímóti 7.243.500 milliónum litrum av mjólk til viðgerðar í fjør. Tað eru 213.800 litrar fleiri enn í fjør, tá ið mjólkarvirkið tók ímóti 7.029.700 litrum

Tað mesta, MBM nakrantíð hevur tikið ímóti í einum ári, var í 2016 tá ið tey tóku ímóti 7.743.900 litrum av mjólk.

Tað merkir eisini, at tað er nógv hent hesi seinastu árini, tí í 1990 tók mjólkarvikið ímóti 5.849.000 litrum av mjólk, ella 1.394.500 litrum færri enn í fjør.

Sostatt hevur gongdin verið, at vit fáa nógv meiri mjólk - men kúnnar verða alsamt færri, so landbúnaðurin er munandi effektivari nú enn hann hevur verið.

Fyri 20 árum síðani, í 1995, vóru 1.206 mjólkneyt í landinum, men í dag eru tað ikki meiri enn 774 eftir.

Men tað merkir so, at tað kemur munandi meiri mjólk undan hvørjari kúgv. Í 1995 mjólkaði hvør kúgv 5.102,01 litrar, men í dag mjólkar hvør kúgv 9.358,5 litrar, ella 4.256,49 litrar meiri.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15 tímar síðan

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20