Enn er óvist, nær kirkjufólkið á Tvøroyri fær nýggjan Prest. Annika Gaard Magnussen segði seg úr starvi og fyrst í februar var varð sostatt søkt eftir virkandi presti til Suðuroyar Norðara prestagjald við sæti á Tvøroyri. Virkandi presturin skuldi sita frá 1. mars til 31. juli. tá ið ætlanin varð at seta starvið endaliga.
Fólkakirkjan sigur, at tá ið umsóknarfreistin var farin 18. februar, vísti tað seg, at áhugi var fyri starvinum. Men eingin av teimum áhugaðu kundu kortini taka við starvinum í morgin 1. mars, sum ætlað.
Kirkjumyndugleikin sigir, at í næstum verður so avgjørt, hvussu farið verður fram.