Sum vit skrivaðu í áðni verður Løgtingið samtykt, at nú skal alt landið skipast í fimm heilsuøki við tilsamans 14 heilsumiðstøðum.
Og tað fer at gera tað nógv lættari hjá heilt nógvum at velja kommunulækna.
Sum reglurnar eru nú, skulu fólk velja kommunulækna í læknadøminum tey hoyra til.
Men tá ið nýggju reglurnar koma í gildi í summar, kunnu fólk velja kommunulækna í heilsuøkjunum, tey búgva í.
– Við hesi broyting fáa borgarar í fleiri læknadømum eitt væl størri frælsi at vela kommunulækna enn teir hava nú, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen.
Sum nakað nýtt verða reglur nú eisini gjørdar fyri børn og ung í hesum sambandi.
Somuleiðis eru reglur um, hvussu farast skal fram tá ið fólk vilja skifta kommunulækna.
Meginreglan er at børn, sum eru yngri enn 15 ár hava sama kommunulækna, sum tann, ið hevur foreldramyndugleikan ella verjin, hevur.
Hava foreldrini felags foreldramyndugleika og búgva saman, men kortini hava hvør sín kommunulækna, kunnu foreldrini velja, hvønn av kommunulæknunum barnið skal hoyra til. Hetta er eisini galdandi, hóast kommunulæknin hevur boðað frá, at hann ikki tekur fleiri sjúklingar.
Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, men hvønn sín bústað, hevur barnið sama kommunulækna, sum tann av foreldrunum, barnið býr hjá, hevur.
Allar hesar reglurnar fyri børn undir 15 ár, eru eisini galdandi, hóast kommunulæknin hevur boðað frá, at hann ikki tekur fleiri sjúklingar.
Hinvegin kann barnið eisini velja ein annan kommunulækna, men so skal tann, sum hevur foreldramyndugleikan, ella verjin, góðtaka tað.
Børn í aldrinum 15 - 17 ár kunnu velja sín egna kommunulækna uttan samtykki frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan, ella verja.
Fólk, sum flyta úr einum heilsuøki til eitt annað heilsuøki, skulu velja ein kommunulækna í tí heilsuøkinum, tey búgva í.
Fólk, sum flyta uttanlands til Føroya, skulu velja ein kommunulækna í heilsuøkinum tey búgva í.
Hava fólk ikki valt kommunulækna, heitir Heilsutrygd á tey um at velja ein kommunulækna í heilsuøkinum, tey búgva í.
Men hava fólk ikki valt sær kommunulækna í seinasta lagi 30 dagar eftir áheitanina frá Heilsutrygd, velur Heilsutrygd ein kommunulækna til viðkomandi.
Fólk, sum vilja skifta kommunulækna, skulu venda sær til Heilsutrygd um tað.
Fólk, sum hava skift kommunulækna, kunnu ikki skifta lækna aftur tað fyrsta hálva árið - uttan so at heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi.