Tey í skjótifelagnum, Eysturskot, sum heldur til í Leirvík, fáa nú nógv betri umstøður.
Tey hava skjótivøll Úti á Vík við brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík har tey íðka tann ítróttin tey brenna fyri.
Men tey hava serligan trupulleika, sum er við at køva áhugan fyri skjóting. Og tað er, at tað er so nógv uppruddingararbeiðið, hvørja ferð, tey hava verið og skotið.
– Vit vilja ikki vera til ampa fyri nakran, og tí taka vit patrónur og leirdúgvur upp eftir hvørja kapping og venjing, sigur Jónstein Johannesen, sum er formaður í Eysturskotum.
– Eingin tímur at skjóta í ein tíma, og síðani at rudda í tveir tímar aftan á, leggur hann afturat.
Eysturskot varð stovnað í 2016 og tað hava verið yvir 100 limir í felagnum. Nú eru teir einir 50 limir í felagnum og formaðurin ivast ikki í, at eitt, sum fær fólk at halda seg burtur, er nettupp tað, at tað er so nógv arbeiðu av at rudda.
Men tað er ikki tað, í roynd og veru kundu tey sloppið undan nógvari rudding, tí leirdúgvurnar eru gjørdar av tilfarið, sum púra fer aftur í náttúruna, so tær dálka ikki. Men tað sær ófantaligt út og tí rudda tey, men patrónirnar dálka.
Fáa betri umstøður
Men nú fara tey at fáa nógv betri umstøður. Tey hava arbeitt við at úvega eina sláimaskinu, ella ein havatraktor, við einum uppsamlara, sum er sergjørdur til at taka petti av leirdúgvum, patrónum, og alt annað, upp.
Tað kostar teimum 70.000 krónur at útvega uppsamlaran, og í tí sambandi hava tey søkt Eysturkommunu um at fáa 50.000 krónur í stuðuli til endamálið.
Og tað hava tey nú fingið og sostatt er grundarlag fyri at fáa uppsamlaran.
Formaðurin sigur, at tað fer at lætta munandi um hjá teimum og tey ivast heldur ikki í, at tað fer at eggja fleiri til at melda seg í felagið og at fara at skjóta.
Hinvegin ásannar hann somuleiðis, at tey hava eisini ein annan trupulleika - og tað er, at tað er so nógv arbeiðið í Eysturoynni, at tað knípur hjá fólki at fáa tíð at skjóta og at halda skjótivøllin opnan.
– Tað er ein luksustrupulleiki, men hóast alt - er tað ein trupulleiki fyri felagið, leggur hann afturat.
Fáa eisini betri høli
Tey í eysturskotum halda til í tveimum 20 fót bingjum, sum eru settar oman á hvørja aðra. Tær eru klæddar og har goyma tey so útgerð og annars halda til.
Men nú leita tey eftir tveimum bingjum afturat, eini 20 fót bingju og eini 40 fót bingju.
Tær verða settar lið um lið so at tær ikki skulu taka so nógvan vind á seg, og har er so ætlanin eisini at hava felagshøli.
Ætlanin er eisini at snøgga tær við klædningi so at tað ikki sæst, at talan er um bingjur.
Nógv virksemi
Jónstein Johannesen sigur, at annars er nógv virksemi í felagnum.
Sjálvur arbeiðir hann fyri eitt alivirki í íslandi og har møtti hann einum skjútta úr skjótifelagnum, Markviss, í Blönduós.
Úrslitið varð, at í fjór fóru fimm skjúttar úr Eysturskotum til Íslands at kappast ímóti Markviss, og teir vunnu kappingina.
Seinni í summar koma íslendingarnir so til Føroyar at taka dystin upp aftur við Eysturskot.
Formaðurin sigur, at ætlanin er at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, kanska annaðhvørt ár.
Teyi Eysturskotum hava eisini skipað fyri vápnaskeiðum, men tað eru tey fyribils givin.
Jónstein Johannesen sigur, at tað er rætt og slætt tí at tey hava ikki umstøður til tað. Tey noyðast at leiga sær høli, og tað er kostnaðarmikið.
Men tá ið tey hava fingið 40 fót bingjuna, ætla tey at taka tann táttin upp aftur.
Næsta ár, tá ið felagið er 10 ár, ætla at tey gera okkurt serligt burtur úr.