Ongi úrslit

Fáa nógv meiri burtur úr hvørjum ferðafólki

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinnuni er nú komið upp á 1,4 milliardir.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Visit Faroe Island staðfestir í tíðindaskrivi, at í fjør styrkti ferðavinnan sína støðu sum triðstørsta útflutningsvinna í Føroyum.

Fyribilstøl frá Hagstovu Føroya vísa, at útlendsk ferðafólk góvu góðar 1,4 milliardir í útflutningsvirði í fjør, samanborið við 1,3 milliardir í 2024. Í 2024 stóð ferðavinnan annars fyri 7,6% av føroyska útflutninginum. Tølini fyri í fjør eru ikki tøk enn.

Annars hevur talið á ferðafólkum staðið í stað hesi seinastu trý árini og tað merkir, at eisini í fjør vóru tað eini 130.000 ferðafólk í Føroyum.

Men hóast talið á ferðafólki stóðu í stað, var umsetningurin í ferðavinnuni útvið 100 milliónir hægri í fjør enn hann var í 2024.

Visit Faroe Islands sigur, at orsøkin er, at fleiri ferðafólk komu við flogfari og tey brúka meiri í Føroyum og tey steðga eisini longri.

Í fjør komu eini 70.000 ferðafólk til Føroyar við flogfari og 60.000 komu við skipi. Í 2024 komu 65.000 ferðafólk higar við flogfari og onnur 65.000 komu við Norrønu.

Ein orsøk til framgongdina er eisini, at prísirnir fyri gisting, og fyri at eta á matstovum, eru hækkaðir rættiliga fitt.

Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands sigur í tíðindaskrivi, at hon fegnast um, at vit miðvíst fáa hægri úrtøku úr hvørjum ferðafólki.

– Tað at vit hava fingið nógv fleiri ferðavinnutilboð seinnu árini, ger at ferðafólkini steðga longri og sostatt leggja enn meiri eftir sær enn áður, sigur hon.

Hagstovan hevur útvegað tøl fyri airbnb og aðra stutttíðarleigu til ferðafólk og tey vísa, at umsetningurin av tí var 160 milliónir og at tað 1200 bústaðir, sum vórðu leigaðir út til ferðafólk.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

Í gjár kl. 09:49

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12