Ongi úrslit

Eysturoyartunnilin opin aftur - eitt fólk farið á Landssjúkrahúsið

Áki Bertholdsen
19. juni kl. 16:25

Seinnapartin í dag varð Eysturoyartunnilin stongdur eftir at eitt ferðsluóhapp var hent í tunlinum. Talan var um ein bil, sum ikki kláraði runt í rundkoyringini í tunlinum, men rendi á listaverkið.

Løgreglan sigur, at nú er ein løta síðani, at alt var ruddað aftur so nú er tunnilin opin aftur.

Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan veit ikki við vissu, hvussu støðan er, men tey hava fingið at vita, at talan er ikki um nakað lívshóttandi.

Bilurin fór so illa, at pláturnar vórðu tiknar og hann varð fluttur burtur á eini last.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44