Ongi úrslit

Eyðun Klakkstein: Vilja avrika væl í báðum dystum

Dimmalætting hevur hitt føroyska A-landsliðsvenjaran, Eyðun Klakkstein, sum hevur tvær stórar uppgávur fyri framman. Hann sigur tað vera ógviliga hugaligt at úttaka landsliðið, og landsliðsvenjarin ætlar sær stig í september

Ragnar Sjurðarson
Í gjár kl. 12:58

- Hvørjar vónir hevur tú til komandi dystir?

– Vit spæla tveir sera spennandi dystir í september. Annar dysturin er á heimavølli ímóti einum av sterkastu og formsterkastu landsliðum í Europa, og hin er á útivølli ímóti landsliði, sum er millum tey lægri styrkismettu, men sum hevur ment seg nógv seinastu tíðina. Báðir dystir hava sínar avbjóðingar og verða krevjandi, og vit ætla okkum at avrika væl í báðum dystum. Og sjálvandi ætla vit eisini at leggja aftrat okkara stigatali.

 - Hvat hevur stuðul frá áskoðarum at siga fyri landsliðið?

– Dysturin ímóti Kroatia verður á Tórsvølli fríggjakvøld, og tað leggur upp til eitt stórt fótbóltskvøld. Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla okkum, og at vit fylla Tórsvøll. Skulu vit standa okkum væl í einum slíkum dysti, er neyðugt við góðum stuðli av áskoðaraplássunum. Fáa vit tað, skapa vit eisini grundarlag fyri einum góðum avriki og møguleikar fyri einum stórum úrsliti. Vit fara at gera alt, sum vit kunna og megna, fyri, at vit fáa eina góða fótbóltsløtu hetta kvøldið.

 

- Hvussu verður hópurin mannaður hesaferð?

– Mánadagin kunngera vit landsliðshópin til dystirnar ímóti Kroatia og Gibraltar, og støðan millum spælararnar er góð. Tað man vera langt síðani, at tað hevur gingið so væl hjá føroyskum spælarum uttanlands, og vit hava í summar sæð, hvat føroyskir spælarar á føroyskum liðum megna í europeiskum dystum. Tí er tað ógviliga hugaligt at úttaka landsliðið, men tað er eisini eitt trupult val, tí nógvir spælarar eru væl fyri og bjóða seg fram, og tí verða eisini onkrir góðir spælarar, sum ikki verða úttiknir hesaferð. 


Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53