Ongi úrslit

Bar ikki til at velja borgarstjóra í Vági

Tvey umboð hjá Javnaðarflokkium og umboðini hjá Sambandsflokkinum møttu ikki á fundi

Redaktiónin
18. november 2024 kl. 10:26

Tá fyrstvaldi býráðslimur í Vágs býráð, Arni Brattaberg úr Tjóðveldi, skuldi seta býráðsfundin klokkan 10, har borgarstjóri skuldi veljast, bar ikki til at seta fundin, tí at býráðið ikki var fullmannað.

Bara 5 býráðslimir av 9 vóru møttir á fundi. Tað vóru tey 4 umboðini hjá Tjóðveldi og Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum, sum hevur verið borgarstjóri í Vági.

Hini umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, og tey bæði umboðini hjá Sambandsflokkinum, Erhard Joensen og Marin Gaardlykke, møttu ikki á fundi.

Avtala var annars gjørd millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkinum um at halda fram við samgongusamstarvinum, sum verið hevur seinastu fýra árini. Men tá tey skuldu skriva undir í gjár, boðaði Bjarni Johansen frá, at hann ikki tók undir við semjuni og at hann ikki fór at skriva undir.

Tað ljóðar, at Bjarni Johansen er farin í samstarv við Tjóðveldi. Saman við teimum fýra umboðunum hjá Tjóðveldi er meiriluti, um tey Bjarna Johansen í part við sær.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10