Ongi úrslit

Eydnaðist at býta alla grindina - í Eysturkommunu fáa tey ikki grind kortini

Áki Bertholdsen
16 tímar síðan

Við tógvið stríð eydnaðist tað loksins at býta alla grindina, sum legði beinini í Fuglafjørði í gjár. Av fyrstan tíð varð mett, at talan var um 60-70 hvalir, men bólkar løgdust afturat og tá ið avtornaði løgdu næstan 300 hvalir beinini í Fuglafjørði - og tá varð nakað enntá slept aftur.

Jacob Vestergaard, sýslumaður sigur, at tey eru farin víða fyri at fáa alla grindina til høldar.

Allar kommunurnar rundan um Fuglafjørð, fingu grind. Eftir ætlan skuldu tey í Eysturkommunu eisini fáa grind.

Tey fingu tilboðið, men vóru ov sein at venda aftur, so grindin fór aðrastaðni fyri at fáa vissu fyri at hon varð tikin upp.

Men Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at fólk úr Eysturkommunu vóru kortini og fingu sær grind.

Annars hava kommunurnar í Sandoynni fingið grind og argjafólk hava eisini fingið 10 hvalir, so har verður grind at fáa niðri í Bátahylinum seinni.

Sýslumaðurin sigur, at tað varð boðað frá, at fólk kundu fara til Fuglafjarðar at fáa sær grind, og tað eru eisini aðrir bólkar av fólki, sum hava tikið av.

– Samanumtikið er øll grindin býtt, so tað er gott, at einki liggur eftir, sigur sýslumaðurin.

Hann væntar ikki, at fleiri grindir verða hildnar til í Eysturoynni og í Norðoyggjum aftur fyribils, í hvussu so er ikki nøkur størri grind.

Men annars verður støða tikin til tað frá ferð til ferð.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45