Ongi úrslit

Evropa skal økja um stuðulin til Ukraina

Tað er umráðandi, at vit seta fokus á, hvat vit kunnu gera frá evropeiskari síðu.

© Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Forsætisráðharri Mette Frederiksen er varin í sínum útsøgnum eftir ein fund millum ríkis- og stjórnarleiðarar í ES fyrr í dag.

Meðan ES-forsetin, António Costa, og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, tosaðu um momentum og framgongd í samráðingunum, sær danski forsætisráðharrin framvegis ein vanda fyri, at ein avtala verður til fyrimun fyri Russland.

-Tað er ikki bara Ukraina, sum er í eini truplari og hættisligari støðu. Møguliga er alt Evropa eisini.

Samráðingarnar, sum eru í gongd, hava flutt seg til tað betra seinastu dagarnar. Men vandi er framvegis fyri einum úrsliti sum verður til fyrimuns fyri Russland, sigur Mette Frederiksen í skrivligari viðmerking.

Hon leggur dent á, at Ukraina framhaldandi skal stuðlast, ikki bara í friðarsamráðingunum, men eisini víðari.

-Vit mugu tryggja, at mørkini og sjálvsavgerðarrætturin hjá Ukraina verða vird. Tað er umráðandi, at vit seta fokus á, hvat vit kunnu gera frá evropeiskari síðu.

Evropa skal økja um stuðulin til Ukraina, bæði hernaðarliga og fíggjarliga. Og vit skulu brynja okkum, so vit kunnu verja Evropa og fáa Russland at leggja frá sær vápnini, leggur Mette afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53