Fær USA sín vilja, noyðist Europa at átaka sær eina nógv størri ábyrgd í verjusamgonguni hjá NATO.
Pentagon skal hava latið europeiskum sendinevndum tíðindini í vikuni, skrivar tíðindastovan Reuters og vísir á ónevndar keldur.
Donald Trump hevur longu lagt trýst á europeisku londini um at hækka verjujáttanina, men tað endar ikki har.
USA vil hava Europa at yvirtaka ábyrgdina av NATO í 2027. Hetta fevnir um meginpartin av vanligu verjuførleikunum hjá NATO og meginpartin av herdeildunum og vápnunum, sum eru sett í ES.
USA hevur í løtuni eitt stórt tal av hermonnum, sum eru staddir í nógvum europeiskum NATO-londum. Avgerðin fer væntandi at hava ávirkan á amerikanska starvsfólki og útgerðina, sum skuldi skiftast út.
Stutta skotbráið verður av europeiskum embætisfólkum mett sum órealistisk, skrivar miðilin Direkt.