Ongi úrslit

ES-nevndin sendir vatnbumbu-flogfør at sløkkja eldar í suðurevropa

Tilsamans sjey fólk eru deyð í sponsku eldunum fram við norðaru strandarøkjunum í landinum

Jóhanna Højgaard
19. august kl. 11:55

ES-nevdnin sendir tí igjøgnum RescEU, sløkkiflogfør til Spania, tí 14 skógareldar eru kyknaðir í einari evropeiskari hitabylgju.

Nevndin sendir eitt ókent tal av vatnbumbuflogførum at hjálpa til við at sløkkja eldsbrunarnar í Spania.

Eisini verða teir sendir í økjir sum eru rakt av eldum á Balkan, skrivar The Guardian leygardagin.

Fráboðanin kom, eftir at ein sjálvboðin sløkkiliðsmaður doyði hósdagin, meðan hann bardist móti einum skógareldi í Kastilia og Leon-økinum í Norðurspania.

- Deyðin rakar okkum aftur við missinum av enn einum sjálvbodnum, sum hevur mist lívið í Leon, segði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hósdagin. Hettar skrivar The Guardian.

Hann lýsti sjálvboðin sløkkiliðsfólk sum "hetjur", sum verja spanska fólkið og segði, um eldin, at hóttanin framvegis er ekstrem.

Hin sjálvboðin sløkkiliðsmaðurin hann tosaði um, doyði týsdagin, og ein spanskur maður doyði, meðan hann royndi at bjarga rossum sínum úr einum fjósi sum eldur kom í nærhendis Madrid mánadagin.

Sanchez segði fríggjadagin, at eldviðurskiftini framvegis eru sera harðlig, tí spanska veðurstovan boðaði frá einum “ógvusligum eldvanda” í norðara og vestara parti av Spania, skrivar BBC.

Veðurtænastan spáddi um hægsta hita upp til 45 stig í Spania, har fleiri eldar eru lagdir saman til eina eldsbruna, sum hevur stongt fleiri av motorvegunum í økinum og steðgað jarnbreytarferðsluni í norðvestur Spania.

Eisini hava verið fráboðaðir um eldar í Portugal, Fraklandi, Grikkalandi og á Balkan.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20