ES-limalondini samdust í gjár um at banna nýtslu av kjøtviðkomandi hugtøkum sum steak og bacon í marknaðarføringini av plantubaseraðum matvørum.
Hettar skrivar France24. Orð sum burgari og pylsa eru tó framvegis loyvd, í øllum førum í eina tíð afturat.
Frakland fekk í síðstu løtu sett orðið livur á listan við bannaðum heitum. Hettar tí at Frakland eru kend fyri, og vilja varðveita teirra Foie Gras.
Foie gras er ein umstríddur rættur, sum verður gjørdur av tvangsfóðring av gás ella dunnu.
Eitt rør verður koyrt niður í magasekkin nakrar ferðir dagliga, har ein blandingur av majs og olium verður pumpað niður. Hettar forstørrar livruna hjá teimum upp til 6-10 ferðir vanligu stødd, uppá tríggjar vikur.
Djórini uppliva stóra pínu, strongd og sjúku. Í summun førum gerast tey so tung, at beinini brotna undan teimun.
Tvangsfóðring er bannað í øllum ES uttan í Spania, Ungarn, Bulgaria, Belgia og Fraklandi.
Faux Gras
So eftirgjørt og plantubaserað malin gásalivur, kallað Faux Gras, má nú ikki marknaðarføra seg við heitinum livur.