Ongi úrslit

Erling Eidesgaard tekur nú aftur sæti á tingi

Erling Eidesgaard á Løgtingi, her í práti við floksfelagan, Anniku Olsen
Áki Bertholdsen
27. august kl. 10:25

Í morgin hendir tað sjáldsama í Løgtinginum, at ein løgtingslimur fer í barsilsfarloyvi.

Tað er Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur fingið eina dóttir, og sum nú fer í barsilsfarloyvi.

Tað merkir, at næsti maður á listanum tekur sæti á tingi, og tað er Erling Eidesgaard.

Hann kom inn á ting tá ið samgongan varð skipað, sum varamaður, men tá ið landsstýrið varð umskipað, og Dennis Holm fór aftur í Løgtingið, misti Erling Eidesgaard sæti á tingi.

Tjóðveldi hevur kunngjørt hesa myndina av Hervør Pálsdóttir við nýbornu dóttrini. Nú fer hon í barsilsfarloyvi í óásetta tíð

Men nú hevur hann so aftur fingið boð um at møta á Løgtingi fyri Hervør Pálsdóttir.

Tað er ógreitt, hvussu leingi hon verður í barsilsfarloyvi, men Erling Eidesgaard sigur, at hann hevur fingið at vita, at í fyrstu syftu verður tað í ein mánað, ella har á leið.

Erling Eidesgaard sigur, at hann tekur eisini við sessinum hjá Hervør Pálsdóttir í Rættarnevndini hjá Løgtinginum.

Annars verður hann talsmaður fyri flokkin longu á tingfundinum í morgin, tá ið Løgtingið fer at viðgera málið um at gera einar 50 lestrarbústaðir á Eirargari.

Tað er eitt mál, hann tekur undir við - men hann saknar kortini nógv størri ætlanir á hesum øki, enn bara Eirargarð.

– Tað er ein góð byrjan, men tørvurin er nógv størri enn tað, sigur Erling Eidesgaard.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53