Ongi úrslit

Eplafestivalurin útsettur vegna vánaligt veður

Vánaliga veðrið í vikuskiftinum noyðir fyriskipararnar at útseta Eplafestivalin 2025.

Tíðindaskriv
3. oktober 2025 kl. 11:04

Eplafestivalurin er eitt afturvendandi tiltak á Sandi, har matvøruframleiðarar úr øllum landinum savnast fyri at vísa fram og fagna føroyskum grønmeti og øðrum føroyskum matvørum. Í ár verður festivalurin so útsettur eina viku vegna vánaliga veðrið. 

  • Festivalurin verður fluttur eina viku fram, men skráin verður áleið tann sama, siga fyriskipararnir, sum sjálvboðið hava skipað fyri festivalinum í fleiri ár. 

  • Vit hava lagt nógva orku í festivalin, og í ár halda vit, at skráin er betur enn nakrantíð, so tí bar ikki til at avlýsa, leggja tey afturat. 

Á skránni í ár er millum annað Dímununargarður, sum selja røtur og teirra egna rabarbu- og rótabryggj, Miðstovugarðurin á Sandi selur epli og annað grønmeti og húsar eisini eini gudstænastu, har heystið og avgrøðin er í miðdeplinum. Stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska og restin av toyminum hjá PAZ luttekur við eini pop-up matstovu, har tey servera eina nýtulking av røstum fiski og eplum. 

Umframt hetta verða konsertir, kappingar, matmarknaður, pop-up pubbir, fletting, sølubásar og pallborðsfundur við umboðum frá framleiðarum, kommunum og landsstýrinum. 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16

Dettur væntandi niður í nátt

15 tímar síðan