Ongi úrslit

Enniberg er farin nýggjan túr

Best er at vera liðugur við kvoturnar í eystur Grønlandi, áðrenn novembur mánaði kemur, tí eftir tað kann ísur forða fiskiskapinum

Karl Danielsen, skipari og Mortan Hansen, stýrimaður
Føroyska Sjómansmissiónin
15 tímar síðan

Seinnapartin fór frystitrolarin Enniberg nýggjan túr. Trolarin hevur ligið á Havnini síðani hann kom av rækjuveiðu úr Barentshavinum. Fiskireiðskapin er skiftur út, ymiskt viðlíkahald gjørt og síðani er skipið rigga til nýggjan túr.

Karl Danielsen er skipari og hann sigur soleiðis:

-Skipið er nú aftur klárt til fiskiskap, og hesaferð verður tað eftir svartkalva. Kósin verður sett vestur í hav, tí vit skulu fyrst royna í eystur Grønlandi áðrenn vit fara at royna í norðvestur Grønlandi.

-Er hetta góð tíð eftir svartkalva?

-Tað veit eg ikki. Men vanliga siga menn, at tað er best at vera liðugur við kvoturnar í eystur Grønlandi, áðrenn novembur mánaði kemur, tí eftir tað kann ísur forða fiskiskapinum. Samstundis er tað eisini best at verða liðugur við kvotuna í norðvestur Grønlandi áðrenn novembur kemur, tí tá kann eisini ísur forða fiskiskapinum har. Tí vóna vit at fiskiskapurin kemur at gangast væl, sigur Karl.

24 mans eru við.

Andakt var umborð áðrenn fráferð.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53