Ongi úrslit

Enn ein vil fundast uttan Danmark

Tað hevði eg ynskt, um eg hevði havt ávirkan á støðuna

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Enn ein grønlendskur politikari legst nú afturat teimum, sum halda at Lars Løkke Rasmussen ikki burdi luttikið á fundinum millum grønlendska uttanríkisráðharran Vivian Motzfeldt, og amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, í næstu viku.

Nevniliga Ineqi Kielsen, sum er varaleiðari fyri flokkin Siumut, við Útvarpsstøðina IIII í morgun.

- Tað hevði eg ynskt, um eg hevði havt ávirkan á støðuna, sigur hann.

Hann heldur at USA eisini heldur vil hava ein beinleiðis dialog við Grønland - uttan danska uppíblanding.

- Danska stjórnin hevur fleiri ferðir sagt, at Grønland hoyrir til grønlendingar. So lat teir uppfylla tað, sigur hann.

Útsøgnin kemur sum framhald av einum ætlaðum fundi í komandi viku, millum uttanríkisráðharrarnar í USA, Danmark og Grønlandi. Har skulu eskalerandi útsagnirnar hjá londunum viðgerast.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19