Ongi úrslit

Leigan hjá Bústøðum hækkar aftur

eg føli meg snýttan, sigur Ruth Nolsø

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
4. juni kl. 14:14

Nú hækkar húsaleigan aftur hjá Bústaðir á Óðinshædd – fyri triðja árið á rað. Frá 1. juli skal Ruth Nolsø gjalda 10.488 krónur um mánaðin, og tá er bara hiti er íroknaðnur. Hetta hevur vakt frustratión hjá fleiri av leigarum, sum kenna seg illa viðfarin.

Ruth sum býr á Óðinshædd, spyr retoriskt:
- Skal eg gjalda fyri alt tað dýra, arkitektteknaða byggjaríið hjá Bústøðum?
Hon upplýsur, at tað verður víst til, at hækkingin stóð í upprunaliga sáttmálanum – men hon sigur seg hvørki hava sæð hetta ella blivið skikkaðliga upplýst um tað.
- Tað má hava staðið við mikroskrift – eg føli meg bæði snýttan og reyvrendan, sigur Ruth Nolsø

Ruth hevur búð í Óðinshædd í trý ár og hevur havt eina príshækking fyri hvørt ár. Hon býr í einari íbúð sum er 85 kvadratmetrar fær eina príshækking á góðar 400 krónur.  Men bústaðir hevur havt príshækking á hvørjum árið síðani 2019 


Jógvan Ósá, Stjóri í bústøðum, sigur við KVF at leigan má fylgja kostnaðarstøðunum í samfelagnum og hækkingin er fráboðað eftir galdandi reglum. 

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

Í gjár kl. 20:20

Føroyskur dansur og gott lag

8 tímar síðan