Ongi úrslit

Enn ein landaplága frá Herborg

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Seinasta ár var dugnaliga songkvinnan Herborg Torkilsdóttir á Samsø, har hon tók lut á Samsø Songwriting Camp, sum Ivan Pedersen, tann eina helvtin av tí vælumtøktu duoini Laban, skipar fyri á hvørjum ári.

Herborg smíðaði har, saman við Rasmus Hedeboe og Søren Skov, eitt festligt danskt lag.

Rasmus er ein vældámdur guitaristur og framleiðari, sum millum annað er kapelmeistari fyri Johnny Logan. Søren var keyboard-spælari í Dodo and the Dodos í 22 ár, og spælir nú fyri Rie Rasmussen, fyrrverandi songkvinnu í Danser med Drenge.

Tað eru altso tveir sera dugnaligir og festligir menn, Herborg fekk høvi at skapa hettar fangandi lagið saman við!

-Lagið er viðkomandi fyri nógv, tí tað snýr seg um eina staka kvinnu, sum leitar eftir tí perfekta manninum, sigur Herborg.

Tá tey upptraðkaðu við lagnum á Samsø, vóru onkrir trupulleikar við teknikkinum. Men tekniska brekið endaði við at gera teirra upptraðkan enn meira minniliga, og eisini skemtiliga.

Eitt video av hesari hending, var at síggja á Herborgs'a tónleikaprofili á Facebook, og fekk tað yvir 500.000 views!

Nú er hetta fangandi lagið endiliga klárt at njóta, og er til taks á millum annað Youtube og Spotify

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45