Tað eru nogvir føroyingar sum hvørt ár brúka bæði Wegovy og Ozempic fyri at tapa seg. Frihedsbrevet hevði eina grein um evni so seint sum 11. novembur. Har søgdu tey frá at talið av Wegovy-brúkarum er meira enn tvífaldað uppá tvey ár.
Nú er so tey fyrstu endurgjølduni á veg til nøkur av teimum sum hava fingið mein av hesum heilivági.
Tv2 skrivar í dag:
- Fýra sjúklingar fáa endurgjald fyri skaða á sjónina, orsakað av at nýta Novo Nordisk heilivágina Wegovy og Ozempic. Tað boðar Patienterstatningen frá í tíðindaskrivi.
Samlaða endurgjaldið til teir fýra sjúklingarnar liggur í løtuni um 800.000 krónur tilsamans. 43 sjúklingar hava søkt um endurgjald, tí teir halda seg hava fingið álvarsligu eygnasjúkuna NAION sum hjáárin av Ozempic ella Wegovy.
Avgerð er nú tikin í teimum fyrstu fimm málunum, hvar eitt teirra var víst burtur.
Patienterstatningen er ein almennur stovnur har ein kann søkja fíggjarligt endurkrav fyri skaðar, sum henda undir viðgerð í heilsuverkinum.
Eisini føroyingar og grønlendarar kunnu søkja.