Ongi úrslit

Elvdi til stóran skaða - men rýmdi undan ábyrgdini

Áki Bertholdsen
26. sepember kl. 14:21

Løgreglan leitar nú eftir vitnum til eitt ferðsluóhapp í Havn. Talan er um eitt óhapp sum hendi hósdagin 18. septembur ímillum klokkan 15.30 og 20.30.

Óhappið hendi tá ið ein bilur bakkaði á hendan bilin á myndini, sum stóð parkeraður - og um tað sæst, fekk bilurin stóran skaða.

Bilurin á myndini stóð parkeraður á økinum uttanfyri Effo í Gundadali.

Í hesum tíðarskeiðinum hevur onkur rent á parkeraða bilin og er síðani farin av staðnum uttan at siga frá.

Enn hevur løgreglan ikki funnið bilføraran, sum rýmdi, og einki er dottið av bilinum, sum kundi víst, hvønn bil, talan er um.

Men løgreglan sigur, at enn hava tey myndir frá nøkrum vakmyndatólum at kanna.Annars sigur løgreglan sigur, at er tað nakar, sum veit nakað um hendingina, eru tey vælkomin at siga frá.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

20 tímar síðan

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20