Ein hjartans tøkk
Eg eri sera eyðmjúk og takksom fyri at vera sligin sum Riddari av Dannebrog.
Hetta merkir nógv fyri meg – bæði sum føroysk kvinna og sum fólkavald gjøgnum nógv ár.
Og so vil eg nýta høvið, at ynskja hinum, sum eisini hava fingið riddarakrós hjartaliga til lukku.
Til tey sum ivast: Eg eri sannførd um, at Føroyar eiga at vera eitt sjálvstøðugt land. At taka ímóti einum heiðri frá einum stovni í ríkisfelagsskapinum, sum Kongahúsið er, hevur einki við mína sannføring um loysing at gera.
Ein heiður er ein heiður, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.