Ongi úrslit

Elsa Berg og Hervør Pálsdóttir: Hvør er órímiligur?

Námsfrøðingarnir fara í verkfall mánadagin. Fleiri stuðla námsfrøðingarnar, men tað eru eisini tey, sum halda, at námsfrøðingarnir eru órímiligir. Júst orðið ‘órímilig’ festa Elsa Berg og Hervør Pálsdóttir seg við í einum lesarabrævi. Tær halda ikki, at stríðsstigið hjá námsfrøðingunum er órímiligt

Katrin Joensen-Næs
12. juni 2021 kl. 17:59

Námsfrøðingarnir fara í verkfall mánadagin. Hetta kemur eftir fleiri misslukkaðar royndir at semjast um nýtt semingsuppskot. Aftursvørini eru ymisk. Nógv stuðla námsfrøðingunum, og fleiri hava fingið sær búmerkið ‘Menniskjaligt haldføri‘ á sín Facebook vanga. Men so er tað hini, sum halda, at námsfrøðingarnir eru órímiligir. Verkfallið fer at merkja dagligdagin hjá øllum barnafamiljum, meðan tað stendur á, og hetta ógvast fleiri við.

Júst orðið ‘órímilig’ festa Elsa Berg, býráðslimur, og Hervør Pálsdóttir, tingkvinna, seg við í einum lesarabrævi.

-   Tað einasta órímiliga í hesum er, hvussu órímiliga røsk tey eru. Tey skulu renna órímiliga skjótt, eru einsamøll um órímiliga nógv børn og fáa eina órímiliga løn afturfyri, ið ikki reflekterar teirra ábyrgd ella førleikar, skriva Elsa Berg og Hervør Pálsdóttir.

Vanligt er at siga, at børn eru okkara framtíð. Men sambært Pedagogfelagnum, so hava tey upplivað, at Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava heft seg for nógv við “smá tøl í einum Excel-rokniarki”.

Tjóðveldiskvinnurnar halda, at vit mugu gjalda tað, tað kostar.

-   Vanligt er at siga, at børn eru okkara framtíð, men kanska gloyma vit, at børnini eru okkara nútíð eisini. Ein av kjarnuuppgávunum í okkara vælferðarsamfelag er at tryggja góð barnaár. Vit eiga tí at skapa góðar umstøður til tey, ið varða av teimum, og vit átala, at tað er neyðugt við stríðsstigum fyri at fáa hesar umstøður í rætt lag, siga Elsa Berg og Hervør Pálsdóttir.

Sambært Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, so sendi Føroya Pedagogfelag hin 26 mai eitt einsíðað uppskot til semju – Eitt uppskot, sum fyri tað mesta tók støði í upprunakrøvunum hjá felagnum.

-   Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann ikki taka undir við einum uppskoti um semju, sum er gjørt av einum av pørtunum, og sum ikki leggur upp fyri ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum. Tað skal viðmerkjast, at ein semja er tað, sum partarnir gerast samdir um, og ikki eitt einsíðað skjal frá øðrum partinum, sum í stóran mun bert inniheldur upprunakrøvini hjá øðrum partinum, skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í lesarabrævi 1 juni.

Uppskotini hjá Elsu Berg og Hervør Pálsdóttir eru hesi:

     – Vit skulu lyfta lønarbólkarnar á dagstovnaøkinum, tí í dag eru tey ikki lønt eftir førleikum og ábyrgd! Hetta er eisini ein liður í at lokka fleiri til. Eisini áttu námsfrøðingar at havt fyrireikingartíð, sum aðrir starvsbólkar hava, so til ber at tilrættarleggja og økja um dygdina.

– Námsvísindadeildin skal taka fleiri lesandi inn um árið. Uppskot frá Tjóðveldi um hetta er felt tvær ferð hetta valskeiðið. Áhugin er har, tí í 2020 søktu 80 inn til námsfrøðiútbúgvingina, men bert 35 fáa pláss.

– Normeringin má hækka. Eitt boð er, at Løgtingið samtykkir minimumsnormeringar, sum tryggja børnum á dagstovnum eina ávísa nøgd av tímum. Hetta kann gerast við støði í teirri minimumsnormering, Føroya Pedagogfelag hevur mælt til.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12