Ongi úrslit

Eldur í bili í Eysturoyartunlinum

Men tað var skjótt, at tey fingu tamarhald á støðuni

Áki Bertholdsen
13. juli kl. 09:09

Seinnapartin í gjár ringdi ein bilførari, sum var á veg ígjøgnum Eysturoyartunnilin, til løgregluna at boða frá, at tað stóð neistarok undir einum bili, sum eisini var á veg ígjøgnum tunnilin.

Men so sást eisini eldur og bilurin steðgaði og ljósini slóknaði.

Tað fyrsta, løgreglan ger í slíkum førum, er at steingja tunnilin, so at ikki fleiri bilar koma í tunnilin.

Tað varð eisini gjørt í hesum føri og sløkkiliðið fór á staðið. Løgreglan sigur, at tað var skjótt at eldurin varð sløktur, og at at eingin fólkaskaði var.

Tey siga, at helst er ein oljuslanga farin at leka, og tað er blivið so heitt, at tað hevur fest í. Tunnilin var stongdur í ein tíma, so var opið aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20