Tað vóru serliga viðurskifti, ið gjørdu seg galdandi, tá línuskipið Eivind sigldi á Fjesjarnar 2. August í ár.
Tað sigur Havarikommissiónin, sum hevur latið úr hondum frágreiðin um tilburðin.
Havarikommissiónin skrivar, at skiparin var vanur av nýta eygamál at meta um frástøðuna við land og Flesjarnar, men at skiparin í hesum førinum hevði feilmett frástøðuna. Havarikommissiónin metir, at vitin á Flesjunum hevði so myrkan lit, at hann hvarv í bakgrundini, og at einki annað stað í økinum kundi hjálpa skiparanum at síggja nágreiniliga, hvar hann var. Eisini metir kommissiónin, at Eivind sigldi móti Flesjunum frá einum øðrum vinkli enn vanligt, og at hetta kann hava ávirkað.
Harumframt sigur Havarikommissiónin, at sjógvurin var ikki gjálvutur, ið annars kundi givið skiparanum ábendingar um, hvør frástøðan til vitan skuldi vera.
Havarikommissiónin ger greitt, at hóast skiparin nýtti elektróniskt sjókort sum hjálp, var skermurin ikki beint framman fyri skiparanum, og av tí at kortskeringin fylti 60 prosent av skerminum, varð skiparin ikki ávaraður um, at grynna var fyri framman. Harumframt gav elektroniska sjókortið ta fatan, at siglast kundi tættari við Flesjarnar, enn grundarlag var fyri.
At enda sigur Havaríkommissiónin, at av tí at skiparin og maskinmaðurin tosaðu um motortrupulleikarnar, ið Eivind hevði havt á veg út úr Havnini, var uppmerksemið hjá skiparanum ikki fult og heilt á siglingini.
Tað er ikki greitt í frágreiðingini, hvussu nógvir mans vóru umborð á Eivindi hendan dagin, men sambært Kringvarpinum var talan bert um skiparan og maskinmeistaran. Sambært Kringvarpinum sigur manningarskjalið á Eivindi, at manningin skal vera í minsta lagi seks fólk.