Síðani Havsbrún varð stovnað í 1966, hevur virkið í Fuglafirði verið ein týdningarmikil partur í føroysku alivinnuni. Frá at byrja við einari framleiðsluorku upp á 500 tons um dagin, er styrkin í dag økt til 2.500 tons og skipini, ið levera til verksmiðjuna, eru nú 15 ferðir størri enn fyrr.
Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, greiðir frá, at virkið støðugt hevur lagað seg eftir tørvinum í vinnuni – og ætlar at gera tað enn meir í framtíðini.
Nýggj framleiðslulinja
Fóðurverksmiðjan, sum varð bygd í 1988, hevur tvær framleiðsulinjur, men Havsbrún er í gongd við einari útbygging, soleiðis at tað koma tvær framleiðslulinjur afturat. Tann fyrsta verður sett upp í fyrsta fjórðingsári í 2026.
Samstundis hevur Havsbrún eisini bygt eina sjálvstøðuga framleiðslueind til mjøl og lýsi úr laksainnvøli. Hendan linjan, sum varð tikin í nýtslu í 2019, hevur kapasitet at framleiða 100 tons dagliga og er í einum isoleraðum bygningi, millum annað av heilsuávum.
- Vit hava lagt eina fimm ára ætlan, sum eisini fevnir um víðkan av mjøldeildini, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún. Men hóast ætlanirnar eru greiðar, so eru praktiskar forðingar, eitt nú manglandi tøkt øki og tørvur á gróti, ið má loysast fyrst.
Vøkstur í útflutningi og altjóða eftirspurningur
Tey seinastu fýra árini hevur Havsbrún í miðal selt 130.000 tons av fóðri, har ein fjórðingur av framleiðsluni fer til útlendskar marknaðir. Ísland, Skotland og Noreg eru millum høvuðskundarnar. Samstundis sigur Odd Eliasen, at tey hava ætlanir um at vaksa til 220.000 tons innan fimm ár – eitt mál, sum ger størri útflutning møguligan.
Fiskurin, sum verður móttikin, er væl køldur og feskur og skipini, ið levera, eru útgjørd við nýggjari og framkomnari tøkni. Veitararnir av fiski fáa eisini betri prís, um góðskan er hægri, og hetta stimbrar eitt enn hægri dygdarstøði.
Havsbrún er eisini undirlagt einari røð av altjóða góðkenningum. Havsbrún hevur í dag 6–7 góðkenningar, meðan samtakið Bakkafrost hevur 22–23 tilsamans. Harafturat arbeiðir ein serlig góðskudeild dagliga við at tryggja, at øll krøv og reglur verða hildin – bæði innan trygd, sporbarleika og burðardygd.
Alt verður støðugt eftirmett og framtíðarbetrað.
Gransking og menning í heimsflokki
Ein týðandi liður í arbeiðnum hjá Havsbrún er gransking.
Fyritøkan hevur í dag ein granskingarleiðara við ph.d. innan fóðurfrøðiliga menning. Seinasta verkætlanin snúði seg um at kanna seks ymisk sløg av mjøli og teirra ávirkan á sodning hjá laksi. Hesar vórðu gjørdar í full-skala royndum og endaðu við betri vitan um, hvørja samanseting fiskurin trívist best við.
- Tað er helst eingin fyritøka í Føroyum, sum brúkar so nógva tíð, orku og kapital upp á fóðurgransking sum vit, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.
Tilsamans hevur Havsbrún verið partur av fleiri enn 40 granskingarverkætlanum seinastu 15 árini – í tøttum samstarvi við feløg og stovnar í eitt nú Noregi og Íslandi.
Men við stórum ætlanum koma eisini avbjóðingar.
At byggja út og framleiða samstundis, krevur nógv av starvsfólki og leiðslu, og hetta hevur merkt gerandisdagin seinastu 2–3 árini.
Ein onnur avbjóðing er sjálvur fiskiskapurin.
- Um fiskiskapurin av uppsjóvarfiski ikki verður hildin innan tilmæli, kann tað raka okkum óbeinleiðis – hóast vit ikki sjálvi fiska, sigur Odd Eliasen.
Sambært stjóranum á Havsbrún, so er framtíðin hjá Havsbrún merkt av bjartskygni. Útbyggingar liggja klárar at fremja, og eftirspurningurin eftir føðslu og mjøli heldur fram at vaksa.
Hann heldur, at alingin í Føroyum hevur sera stórar møguleikar. Alivinnan kann tvífalda sína framleiðslu innan 2030, og tað er her, at samfelagið kann síggja ein veruligan búskaparligan vøkstur.