Ongi úrslit

Eitt tað fyrsta má vera at útvega fleiri bústaðir

Útreiðslurnar veksa meiri enn inntøkurnar, og tað má fáa ein enda, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Ein tann fremsta uppgávan hjá nýggju samgonguni má verða at útvega fleiri bústaðir.

Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum.

Og hann er eisini vísur í, at hetta er ein uppgáva, Bústaðir ikki klárar at loysa einsamallir.

Tí heldur hann at vit eiga at skapa umstøður sum gera tað áhugaverdari hjá privatu vinnuni at fara undir bústaðarbygging.

Av tí sama hevur Fólkaflokkurin skotið upp at gera tað lagaligari at avskriva leiguíbúðir.

Í dag skulu minst 10 leiguíbúðir vera í eini verkætlan, áðrenn tær kunnu avskrivast eftir ávísum reglum

– Tað markið vilja vit seta niður í tríggjar í búðir, tí fíggjarliga hevði tað eisini gjørt tað munandi lættari hjá smáum og miðal stórum byggimeistarum at fara undir at bygt leigubústaðir, sigur Beinir Johannesen.

Hinvegin heldur hann, at tað verður neyðugt at nágreina akkurát, hvønn leiklut, Bústaðir skulu hava og hvønn tey skulu byggja bústaðir til.

– Tað er ikki rætt, at Bústaðir byggja íbúðir í tí dýrara endanum, sum kosta tað sama í leigu, sum fólk annars rinda í rentum og avdráttum fyri sín egna bústað, heldur Beinir Johannesen.

Tí eiga Bústaðir at miðsavna seg um at byggja smærri íbuðir til støk, lesandi og tey ungu. 

Og tey eiga eisini at byggja tey tey eldru, sum vilja sleppa av við eini stór hús fyri at fáa okkurt minni at búgva í.


Fíggjarpolitikkur og tryggar karmar

Beinir Johannesen heldur eisini, at tað verður neyðugt at seta fíggjarpolitikkin á breddan.

– Útreiðslurnar veksa skjótari enn inntøkurnar, so tað verður neyðugt at tálma útreiðslunum, og fáa tær niður á eitt stig, har tær ikki veksa skjótari enn útreiðslurnar. sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Annars heldur hann, at bæði familjupolitikkur, vinnupolitikkur og búskaparpolitikkur verða ovarliga á breddanum, men eisini vinnupolitikkur og útlendingapolitikkur.

– Barnafrádrátturin má hækkast, og barsilsskipanin má verða smidligari, so at foreldur fáa størri frælsi at leggja tíðina til rættis, sum tað hóvar teimum best.

 Beinir Johannesen sigur, at tað verður neyðugt at seta nakrar nýskipanir í verk fyri at røkka hesum málunum.

Eitt nú heldur hann, at vit eiga at leggja fleiri almennar stovnar saman so at vit fáa somu tænastur fyri færri pengar.

Akkurát hvørjar stovnar, talan kann vera um, dugir hann ikki at siga.

Men vit eiga eisini at útveita ymsar almennar tænastur, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Hann nevnir matrikulstovuna og bilasýnið, sum tvær almennar tænastur, sum kundu verið einskildar til privat at røkt.

Men talan kann eisini verða um aðrar almennar tænastur, uttan at hann vil nevna fleiri dømi.

Hann heldur, at vit eiga, fyrst og fremst at tryggja vælferðina, tað vil siga, at vit hava eitt gott heilsuverk, eitt gott almannaverk og eitt gott skúlaverk.

– So mugu aðrar almennar tænast koma í aðru røð, sigur Beinir Johannesen.

Tað verður neyðugt at útvega fiskivinnuni tryggar karmar og tí skulu fiskiloyvi verða galdandi í 12 ár - og tey verða longd sjálvvirkandi - tí tað gevur reiðarin betri møguleikar at gera nýíløgur, og fáa fígging til tað. Í dag eru fiskiloyvini eini 8 ár.


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

Í gjár kl. 12:56