Høgni Durhuus í KVF sigur tað, sum tað veruliga er, tann 25. desember 2025:
“Nú fer ikki at bera til at kæra navngivin heilsustarvsfólk”
Høgni í Jákupsstovu í KVF kemur í dag (25.02-2026) við uppfinnsomu skeivu reklamu orðingini:
“Tað skal vera lættari hjá borgarum at kæra”
Heilsumálaráðið skrivar jú millum annað: “Nevnast kann, at Læknafelag Føroya hevur víst á, at tey meta at verandi skipan kann hava óhepnar fylgjur fyri limir teirra.” ? ? ?
Tey, ið fáa lógaruppskotið til hoyringar, hava í stóran mun skeggið nær høkuni.
Almenna- og Heilsumálaráðnum:
1.5. Ummæli og ummælisskjal -- Hesi fáa uppskotið til ummælis:
Sjúkrahúsverkið,
Heilsutrygd,
Sjúklingaráðið,
Heilsustýrið,
Landsapotekarin,
Blái Krossur Føroya,
Blákrossheimið,
Heilbrigdi,
Frælsi,
Læknafelag Føroya,
Serlæknafelag Føroya,
Felagið fyri Yngri læknar,
Kommunulæknafelag Føroya,
Ljósmøðrafelag Føroya,
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Ergoterapeutefelagið,
Fysioterapeutfelag Føroya,
Føroya Tannlæknafelag,
Landslæknin,
Etiska ráðið,
Felagið arvasjúkan,
Krabbameinsfelagið og
MEGD.
Kunning um verandi lóg á “Almenna- og Heilsumálaráðnum” :
https://www.ahr.fo/fo/kunning/kaeru-og-endurgjaldsmoeguleikar
Kunning um ætlaðu broytingina “Almenna- og Heilsumálaráðnum” :
https://www.ahr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/nyggj-tilgongd-til-kaerur-innan-heilsuverkid
Annars eru í donsku útgávuni ásetingar um samrøður við sjúklingin at hjálp honum at kæra ella at lata kæruna falla burtur, hesar ásetingar lúkar læknakonan og heilsu starvsfókið, Margit Stórá, burtur.
Kundi bent á, at onkur kanska heldur at fjøldin er ikki so klók ? ? ?