Ongi úrslit

Eitt innbrot afturat er meldað - og ein er tikin fyri innbrot á Sandi

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at onkur hevði brotið inn í einum báti, sum lá við bátabrýrnar á Skálatrøð.

Løgreglan sigur, at nakað at skaða er hendir, tí innbrotstjóvurin hevur brotið nøkur lás upp.

Medisinkistan í bátinum er gjøgnumrótað, men tað sær ikki út til at nakað er stolið.

Hendan dagin varð eisini ringt til løgregluna at melda, at innbrot hevði verið í Rúsuni á Sandi - Men einki var kortini stolið.

Løgreglan sigur, at tey hava tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri innbrotið og hann er tikin við á løgreglustøðina, har hann nú er.

Í dag skal støða takast til um maðurin skal førast fyri rættin við kravi um, at hann verður varðhaldsfingslast.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

16 tímar síðan

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00