Ongi úrslit

Eitt farvæl til blokkin er ikki einstýðandi við lægri vælferð

Ólavur Waag Høgnesen
4 tímar síðan

“Karsten Hansen risti ikki á hondunum, tá ið blokkurin skuldi skerjast við 340 milliónum krónum í 2001”. Nakað soleiðis tók Torbjørn Jacobsen til í einari valsending um dagarnar.

Tá ið vit sita á Café Caspar fyrr í vikuni, spyrji eg Karsten Hansen, hvat eigur at vera fremsta málið hjá komandi samgongu, fellur svarið sum úr byrsumúla:

- Ríkisrættarliga støðan! At vit gerast harrar í egnum húsið - tað er sjálvt málið, sigur hann avgjørdur og brúkar eina mynd frá síni egnu lívssøgu.

Fyrstu tíðina, hann var sýslumaður í Norðoyggjum, hevði familjan rúmligan embætisbústað á politistøðini og rindaði 600 kr. um mánaðin. 

Vit mugu hava dirvið til at gjalda prísin í fyrsta umfari
- Tað kendist ikki væl, so vit bygdu egin hús. Tá fór mánaðargjaldið úr 600 kr. upp í 9000 kr. Upplivingin av at sita í sínum egna var fantastisk, sigur Karsten Hansen, og tú sært á honum, at hann meinar tað í fullum álvara.

- Vit mugu hava dirvið at gjalda prísin í fyrsta umfari, eitt nú at fáa handan blokkin burtur, ongantíð ov skjótt. Tað nýtist ikki at vera einstýðandi við lækking í vælferð, sigur hann.

Vit fáa og vit oyðsla
- Tá ið teir pengarnir blíva burtur, so rakna vit við og koma eftir, at okkara samfelag verður rikið órationelt. Vit økja almennu útreiðslurnar óneyðugt fyri hesar pengarnar og byggja ein stovn ein fyri og annan eftir, púra órationelt í sera nógvum førum, greinar fyrrverandi tingmaðurin. 

Eg sigi við Karsten Hansen, at vit mugu fara til næsta málið, sum eigur at verða loyst – hann hevur sjálvur nevnt ‘haldførið’, tá ið vit sessaðust.

Ábyrgd og haldføri – tvær síður av somu søk
- Jamen, er tað ikki akkurát haldførið, sum eg tosi um beint nú. Í mínari verð hanga hesi tingini saman – eitt sjálvstøðugt land og haldføri. Tá hava vit bara egið tilfeingi og egnar inntøkur at ráða yvir, og har er eingin ‘góða mamma’ at fara til, sigur Karsten Hansen.

Hann stúrir ikki fyri teimum útreiðslum, sum fylgja við løgreglu, dómsvaldi og sjóverju.

- Fáa vit støðu sum sjálvstøðugt land, so kunnu vit gera handilsavtalur við onnur lond eins og tað letur upp fyri limaskapi í altjóða felagsskapum, eitt nú EFTA. Harvið kunnu vit fáa størri inntøkur grundað á meirvirking og tolllækkingar, vísir Karsten Hansen á.

Inntøkur og menning
Hann nevnir eisini teir fyrimunir, ið Danmark hevur av Føroyum. 

- Í løtuni rindar Danmark Íslandi meira enn 100 milliónir krónur árliga fyri eftirlit við føroyska loftrúminum, og óivað kunnu vit eisini fáa inntøkur av at røkja ávísar NATO-uppgávur, sigur Karsten Hansen.

Tá ið vit koma til triðja málið, sum Karsten Hansen heldur eigur at verða sett á breddan, verði eg tikin eitt sindur á bóli – og hann byrjar eisini við at siga, at hann hevur ikki so nógv skil fyri tí sjálvur, sum hann skýtur upp.

- Men eg dugi at síggja, at vit mugu byggja upp eina skipan, sum skal vera við til at betra um fortreytirnar fyri at menna samfelagið. Her hugsi eg um gransking og vørumenning, ikki minst sum samstarv millum granskingarumhvørvi og vinnu; og so hugsi eg um ein depil el.l., ið áhaldandi arbeiðir við loysnum, ið kunnu gera okkara umsiting ‘smartari’ – minni, men effektivari, sigur Karsten Hansen, sum ger skjótt av, tá ið tað kemur til bestu samgonguna at loysa hansara høvuðsmál.

- Tað er ein samgonga millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Men tað valdast sjálvsagt úrslitið av valinum, og um hon fer at virka valdast nógv, hvussu persónarnir fara at sampakka í einum samstarvi, sigur Karsten Hansen.  


Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Tað ber ikki til bara at siga, at útlendingar mugu tíma at integrera seg

20. mars kl. 13:01