Heili 4.102 vinnufeløg eru skrásett í Føroyum. Harav eru 3.060 smápartafeløg, 371 partafeløg, 660 íverksetarafeløg og 11 íognarfeløg.
Flestu av hesum feløgum eru øll byrjaði í smáum við einum dreymi, einum áræði, og ikki minst einum váðafýsni hjá eigarunum.
Viljin at byggja nakað upp saman við øðrum og ikki minst at skapa eitt spennandi arbeiðspláss til eigarar og starvsfólk hevur oftast verið fyrsta drívmegin.
Í dag eru fleiri av feløgum vaksnar til rættuliga stórar fyritøkur í ymiskum vinnugreinum. Hesar fyritøkur geva eitt ómetaliga stórt samfelagsligt íkast, sum umframt skattir og avgjøld eisini keypa vørur og tænastur frá øðrum undirveitarum í føroyska samfelagnum, og tí eru viðvirkandi til vøksturin í samfelagnum, sum hevur verið síðstu árini.
Vit í Fólkaflokkinum vita, at ein fræls og blómandi vinna er sjálvt grundarlagið undir privatum arbeiðsplássum í samfelagnum. Vinnan er størsti motorurin í samfelagnum, sum ikki má køvast, men sum heldur má hava ta rætta ”brennievni” framyvir.
Fyritøkurnar skapa arbeiðspláss, sum geva skattainntøkur, bæði við lønar- og partafelagsskatti, MVG inntøkum, umframt serskattum, sum t.d. tilfeingisskatti frá ali- og fiskivinnuni.
Partafelagsskatturin er í dag vanliga 18%, sum er eitt skilagott støði, sum hvørki er ov nógv ella ov lítið. Fiski- og alivinnan rinda tó munandi meira í skattum og avgjøldum í dag.
Vit í Fólkaflokkinum halda, at avgjaldsøðin frá undarfarnu samgongu við støðugt hækkandi skattum og avgjøldum á fiskivinnuna og alivinnuna má steðgast.
Sjálvsagt skal fiskivinnan og alivinnan framhaldandi rinda eyka skattir og avgjøld, men tað skal gerðast soleiðis at tað er rímuligt bæði fyri bæði samfelagið og hesar vinnurnar.
Alivinnan og fiskivinnan mugu hava tryggar langtíðar karmar, sum gerða tað møguligt at gerða stórar íløgur í framtíðina, eitt nú í grøna orkuskiftið, sum skapa vøkstur og arbeiðspláss í Føroyum.
Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkin við hesum til løgtingsvalið 26. mars.
Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið
Fólkaflokkurin