Nú er ætlanin, at ymsar samtyktir í ST við tí endamáli at forða fyri yvirgangi, skulu eisini setast í gildi í Føroyum.
Í næstum fer Eirikur í Jákupsstovu at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað.
Talan er um at seta tiltøk í verk á fíggjarliga økinum. Verða samtyktirnar settar í gildi fyri Føroyar, verða fíggjarlig tiltøk sett í verk ímóti ávísum londum og bólkum.
Tiltøkini hava til endamáls at ávirka atburðin og politikkin hjá teimum tjóðum og bólkum, sum tey verða sett í verk ímóti.
Harafturat verða tiltøkini eisini sett í gildi ímóti teimum, sum stuðla yvirgangi.
Endamálið við tiltøkunum er, at tey skulu raka Al-Qaeda, Islamiskan Stat og Taliban.
Harumframt er endamálið at forða Norðurkorea í teirra kjarnorkuætlanum og at annars at raka bólkar, felagsskapir og einstaklingar, ið stuðla yvirgangi.
Tiltøkini, talan er um at seta í ver, eru fara at frysta ognir, seta forboð fyri at lata pening vera tøkan og seta krøv um fíggjarliga yvirvøku og fráboðanir.