Ongi úrslit

Eisini á hesum øki er framgongdin størst í Sandoynni

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í januar í ár vóru 29.500 fólk til arbeiðis í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð frá Hagstovuni.

Tað eru 250 fólk, ella 0,9 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

Hagstovan sigur, at talið á starvsfólkum veksur framvegis, men hesi seinastu árini er vøksturin avhæsaður.

Í januar vóru góðir 14.900 menn og slakar 14.600 kvinnur til arbeiðis. Hetta eru 60 menn, ella 0,4 prosent, fleiri menn fyri fyri einum ári síðani. Og tað eru 190 kvinnur, ella 1,3 prosent, fleiri kvinnur enn fyri einum ári síðani.

Hagstovan hevur eisini talt upp, hvussu vøksturin er í teimum ymsu økjunum kring landið. Her skal viðmerkjast, at uppgerðin er um, hvar starvsfólkini búgva, og ikki hvar arbeiðsplássið er.

Í tali er vøksturin sjálvandi størst í Havnini, har nógv tað mesta fólki býr. Men harumframt vaks talið av starvsfólkum serliga í Klaksvíkar kommunu, Sjóvar kommuna og Nes kommunu. 

Starvsfólkatalið minkaði í fjúrtan av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar og Vestmanna kommunu.

Tað sæst í talvuni niðan fyri.

Men verður roknað í prosentum, er lutfalsliga størsti vøksturin í Sandoynni, har talið á starvsfólkum vaks 2,3 prosent. Tað er nógv tann størsti vøksturin í øllum landinum.

Hinvegin minkaði starvsfólkatalið í trimum økjum, nevniliga í Norðurstreymoy, í Suðuroy og í Vágum.  

Tað sæst alt á myndini niðan fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

21 tímar síðan

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09