Ongi úrslit

Einmælt samtykt: Umbyggingin av Frælsinum heldur fram

6. november atkvøddi Løgtingið einmælt fyri at projektera næsta byggistig á Frælsinum fram til útboð. Við hesum er enn eitt avgerandi stig tikið frá niðurslitnum skúla til nútímans universitet

setur.fo
16. november kl. 14:46

Tað var ein samd Fíggjarnevnd, sum mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið um at projektera næsta byggistig á Frælsinum fram til útboð.

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, Beinir Johannesen, næstformaður, Bjarni Hammer, Dennis Holm, Hanna Jensen, Magnus Rasmussen og Rósa Tyril Gardlykke, nevndarlimir í Fíggjarnevndini, skrivaðu soleiðis í áliti sínum til tingið:

"Nevndin er samd um, at tað er av alstórum týdningi, at arbeiðið við at seta skúlabygningarnar á Frælsinum í góðan stand til dagsins og framtíðar tørv hjá Fróðskaparsetri Føroya má halda fram. Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið".

Og tað gjørdi løgtingið við triðju viðgerð tann 6. november 2025 við atkvøðunum 30-0.

Landsverk er byggiharri, og Bárður í Baianstovu, sum er arkitektur og verkætlanarleiðari har, greiðir niðanfyri frá, hvussu ætlanin er at tryggja nútímans karmar fyri hægri útbúgving og gransking í Føroyum. M.a. at gamli Venjingarskúlin nú fær nýtt lív sum framtíðartryggjaður universitetsbygningur.

Sí video her

Kunna teg annars meira um kampusverkætlanina á Setrinum her.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

20 tímar síðan