Ongi úrslit

Einmælt samtykt at herða revsingina fyri rúsevnakoyring

Hetta verður eisini galdandi fyri tey, sum longu eru tikin, men sum ikki hava fingið endaliga dóm enn

Áki Bertholdsen
22. apríl kl. 14:05

Nú verður nógv harðari revsing fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Tað hevur Løgtingið einmælt samtykt endaliga beint nú.

Revsingin kann vera alt frá eini fúlari bót til fongsulsrevsing.

Vanliga fer ikki ein lóg at virka fyrr enn hon er lýst. Hendan lógin verður lýst fyrsta dagin og tá verður hon sett í gildi. Men í hesum føri verður lógin eisini galdandi fyri tey, sum longu eru tikin fyri rúsevnakoyring, men sum ikki hava fingið sín endaliga dóm enn.

Sostatt verða tey, sum eru tikin fyri rúsevnakoyring, men bíða eftir dómi, t verða revsað eftir nýggju reglunum.

Í dag er reglurnar soleiðis, at allir bilførarar, sum verða tiknir fyri rúsevnakoyring, fáa somu revsing, sama hvussu ávirkaðir teir eru, um teir eru næstan edrúir, ella um teir er so ávirkaður, at teir ikki vita, hvat vendir upp og hvat vendir niður.

Revsingin er ein bót upp á eina hálva mánaðarløn eftir skatt, umframt at bilførarin missur koyrikortið í seks mánaðir.

Men nú verður revsingin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum ásett upp á sama máta sum revsingin er fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Tað merki, at meiri rúsevni, ella rúsandi heilivág, ein bilførari hevur í blóðinum, harðari verður revsingin.

Akkurát sum við rúsdrekka, verður bagatellmarkið fyri rúsevnum so lágt, at greiði boðini eru, at koyring og rúsevni hoyra ikki saman.

Og revsingin kann vera alt frá eini fúlari bót har bilførarin er lítið og einki ávirkaður til fongsulsrevsing í teimum føri, har bilførari er illa ávirkaður

Tað merkir, at linasta revsing verður ein bót upp á eina hálva mánaðarløn eftir skatt. Harðasta revsing er ein heil mánaðarløn, eftir skatt, í bót, umframt at koyrikortið verður tikið í minst trý ár.

Í sambandi við viðgerðina í Løgtinginum, hava fleiri løgtingslimir víst á, at nú er rúsevnakoyring líka vanlig sum rúsdrekkakoyring og tí er eisini neyðugt at dagføra revsinginar.

Men samstundis vísa tey á, at á føroyska listanum, sum er frá 2009, eru 54 ólóglig evnir, sum eru vandamikil fyri ferðslutrygdina.

Danski listin er væl longri og tí heitir Vinnunevndin á landsstýriskvinnuna á økinum, Sirið Stenberg, um at dagføra føroyska listan so hann gerst meira tíðarhóskandi.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00