Ongi úrslit

Ein verkætlan hevur fingið stuðul til at granska uttanríkis-, verju- og trygdarmál

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum

gransking.fo
12. november kl. 22:52

Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk - FASDiNA - hevur gjørt av at játta 3. mió. kr. til eina post.doc.verkætlan á Fróðskaparsetrinum.

Hetta er aðru ferð, at stuðul er latin til granskingarverkætlanir frá granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.

Verkætlanin, sum hevur fingið játtað stuðul í hesum umfarinum, er:

Sivil verja og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum
Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Ilisimatisarfik, Roskilde Universitet og Tænketanken Digital Infrastruktur
Játtan: 3.000.000 kr. 

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum.

Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.

Áður hevur faknevndin játtað stuðul til tvær granskingarverkætlanir og seks greiningarrit

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02