Ress spa hevur verið ein verkætlan í nógv ár og í ár blívur dreymurin til veruleika, tá Hotel Føroyar skal lata nýtt spahús upp í summar.
Upplivingin við Ress, skal geva einum persóni kensluna av ró, at seta ferðina niður og avstreingja.
Aftur ímóti øðrum støðum, allýsur Ress Spa føroysku spa-mentanina. Til dømis hvussu mann ber seg at í einum spa.
Tá tú stígur inn í Ress spa á hotel Føroyum, fært tú eina róliga kenslu av náttúru, vælveru og friði. Hølið er myrkt við dempaðum ljósum, og innbúgvi úr jørðfarvum.
– Vit vilja skapa eitt stað, har fólk kenna seg bæði endurnýggjað og avstrongd, sigur Súsanna í Stórustovu, leiðarin á Ress spa.
Nýtt spahús á ávegis
Longu frá gongutúrinum oman í spa-húsið, verður upplivingin serlig frá gongutúrinum. Gøtan oman til spa húsið er ein hugnalig og friðarlig leið ið er gjørd við træbrettum og gongur gjøgnum eitt nátúrligt gil.
Tá tú kemur inn, fært tú fyrst eitt fótabað - øll skulu í tað, áðrenn tey sleppa víðari. Hetta er bæði fyri reinførið og fyri at merkja kontrastina ímillum kulda og hita, sum er tað, ið spa-húsið byggir á.
Øll skulu vera í somu svimjiklæðum, fyri at tryggja eina javna og harmoniska uppliving.
– Vit eftirmeta javnan viðgerðir í Ress og vit eru í ferð við at gera nýggjar pakkar, sum innihalda kømur og spa. Hotel Føroyar flytur seg ímóti at vera eitt spa-hotel.
Tá tú gongur víðari inn, kanst tú velja at hanga baðikápan frá tær, ganga leiðina inn í vakra umhvørvið við øllum spa hentleikum. Har er ein kafé, har tú kanst keypa smoothi, nøtur, frukt og annað lætt – alt hóskandi til eina avslappandi løtu.
Gongur tú longur inn, kemur tú í svimjihylin sum er í tveimum, har ein partur í roynd og veru er uttandura, har tú kanst merkja føroyska veðurlagið, samstundis sum tú nýtur hitan frá hylinum, og í hinum partinum, fært tú eina kenslu av «infinity pool«, tí ígjøgnum stór vindeygu sært tú flotta útsýnið yvir Havnina.
Húsið verður hita við jarðhita - 11 hol eru borað til endamálið.
Uppi yvir hylinum er ein sauna, sum tú fært atgongd til, eftir eini brúgv. Hettar rúmið hevur eisini sera gott útsynið, og er sniðgivið soleiðis at veggirnir eru svartir, benkirnir eru svartir, umframt ovnurin, og alt, fyri at onki skal speglast aftur í stóru rútinum, so at náttúran sleppur at ráða.
Eisini verður eitt hvílirúm, har tú kanst leggja teg í hongikoyggjur og fáa frið, líknandi sum í verandi Ress Spa.
Damp-rúm, eitt sonevnt «experience bath« – við møguleika at royna hamam, leir- og saltritualir og annað. Alt hetta kann stillast eftir ynski.
Í einum øðrum parti av húsinum verður eitt «stone bath« - eitt hitarúm, men tað serliga við hesum rúmi er, at har er eitt tól, við einum stórum basaltsteini, sum verður hitaður, og síðani fluttir í eitt kar, sum so gevur damp frá sær. So er ein vifta undir takinum, sum tú sjálvur kanst mala fyri at fáa dampin niður aftur.
Á veggum og gólvi í nýggja spa húsinum, eru gráir natúrsteinar úr Italia, sum geva eina innbjóðandi og avslappandi kenslu. Reinar linjur og stílfullar detaljur.
Uppi á ovastu hæddini verður ein stór sauna, har ætlanin er at halda saunagos. Hettar er ein multi sauna, sum kann stillast inn til at vera ein vanlig sauna, men tað kann eisini verða ein urtasauna, alt eftir hvussu hon verður innstillað. Men til dagligt brúk, skal tað nýtast sum ein vanlig heit sauna.
Uttanfyri verður ein »rooftop pool«, hettar er ein uttandura svimjihylur. Glasgelandari er frammvið og vakurt graslendi.
Sterkar hitalampur verða settar upp, so mann kann sita uttanfyri og njóta okkurt leskiligt í heitum umhvørvi - alt við útsýni yvir náttúruna og býin.
– Tað verður 16 ára aldursmark fyri at koma inn, men vit ætla at hava tvey tiltøk um árið, til dømis tveir dagar í heystferiuni, har foreldur kunnu taka børnini við, sigur Súsanna í Stórustovu.