Ongi úrslit

Ein sorgardagur í dag, har okur hava mist ein av okkara størstu býarmyndum, í heimbygdini í Vági

Eg fekk sorgarboðini leygarmorgunin, at Hans Jacob Hjelm var farin, av vanlukku í Havn.

Levi Mørk
17. mars kl. 14:57

Hans Jacob, var ein sera virkin og raskur maður, hann var við í øllum sum fyrigekk her í bygdini. Eitt nú innan ítróttin (VB, FC - Suðuroy og Team Rynkeby).

Hans Jacob, var ein av oddanmonnunum fyri at fáa Dansibandsfestivalin uppá beinini og hettar tiltakið er framúr væl vitjað, har fleiri túsind fólk koma til Vágs til Dansibandsfestivalin hvørt ár.

Tá onnur tiltøk sum Ljósfest og Johannudagar skuldi skipast, tá var hann eisini klárur at hjálpa til, líkamikið hvat klokkan var. Alt hansara arbeiði hevur havt stóran týdning fyri trivnaðin í Vági.

Hann var altíð klárður at geva eina hjálpandi hond, líka mikið hvat talan var um, og hann hjálpti øllum.

Vágsbygd og vágbingar hava eisini mist ein týðandi leikara, innan mentanina í Vági. Hans Jacob var ein slóðari innan tónleikalistina, har hann hevur gjørt eitt hav av løgum, til eitt nú yrkingar hjá NEPTUM. Sum okur øll gleðast og syngja við til, tá høvi er til tað.

Hans Jacob var eisini sera fittur, stuttligur og fyrikomandi persónur. Seinast eg møtti honum, var seinasta fríggjadag, har hann sum altíð fortaldi mær eina góða. Hettar var eisini seinasta ferðin eg tosaði við hann.

Sum húsavørður fyri Vágs kommunu, gjørdi Hans Jacob eitt megnar arbeiði og hettar verður ein stórur missur fyri starvsfelagar og Vágs kommunu.

Okur fara at saknað teg ómetaliga nógv, mín góði vinur.

Saknurin verður størstur hjá tykkum nærmastu.

Við djúpastu samkenslu Arnleyð, børnini og mamman við systkin. Má Harrin stykja tykkum í hesari sváru tíð.

" Her á fedranna stað vil eg verða,

her mín sál finnur hvílu og frið,

eg sum barn lærdi tokka at bera

hesi bygd eins og fólki hennar’ við.

Og tá vesturskinið skínur

purpurlitt á mín lívsdag síðstu ferð,

vil eg hvíla, har fedrarnir mínir

fingu hvíld eftir stríð og strevið her. "

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

21 tímar síðan

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40