Í einum veruleika, har framleiðsla alsamt verður flutt út, og tøkniligar loysnir taka yvir fyri tað hondgjørda, stendur Niels L. Arge framvegis fast – sum eitt livandi dømi um, hvat føroysk siðvenja og handverk kunnu røkka til, tá eldhugi og kunnleiki fylgja við.
Fyritøkan varð sett á stovn í 1932 av Niels L. Arge – abba Hildur Arge, sum í dag er stjóri. Hon rekur fyritøkuna saman við dóttur síni, Vár Arge Seloy, sum einaferð skal taka yvir.
– Abbi hevði so ótrúliga góðar hendur, sigur Hildur og smílist. Hon og Vár sita saman og greiða frá – bæði um byrjanina, men eisini um gerandisdagin, avbjóðingar og framtíðardreymar hjá einari fyritøku, sum hevur ment seg í trý ættarlið.
Frá Klokkarastovu til Kongabrúnna – og víðari til Kongshúsið
Byrjanin var smálig – í eini klokkarastovu í Bringnartúni, har sum Ástarklokkan stendur í dag. Eftir bert einum ári mátti Niels Arge flyta, tí hølini vóru ov lítil. Handilin flutti á Kongabrúnna, har hann hevur verið síðani. Í 2001 flutti verkstaðið niðan í Berjabrekku.
Niels Arge var bæði urmakari, optikari og gullsmiður. Hann gjørdi silvursett til føroysk klæðir, forlovilsisringar, og graveraði smúkkur og ur. Hann seldi eisini fotografiapparat og annað smátt og stórt – og nógv av arbeiðnum varð gjørt eftir serligari bílegging.
Við tíðini komu fleiri við.
Fyrst fekk hann hjálp frá einum donskum silvursmiði, Emil, og síðani fóru synir hansara – teirra millum pápi Hildur – at arbeiða í fyritøkuni. Hildur sjálv byrjaði sum ung at vaska, men tá hon var 16, varð hon lærd at gravera. Síðani kom eisini beiggi hennara og lærdi seg gullsmiðayrkið.
Silvurarbeiðið hjá Niels L. Arge hevur eisini rokkið langt út um landoddarnar. Fyritøkan hevur gjørt silvursett til fleiri limir í donsku kongafamiljuni – eitt nú til drotning Margrethu, prins Henrik og Mary, drotning. Serliga settið, sum Mary fekk, verður ikki selt til almenningin og varð gjørt serstakt til hana. Tað var pápi Hildur, ið sniðgav hetta.
Hondgjørt frá grundini – hvør lutur er einasti av sínum slag
Í dag er Niels L. Arge tann einasta fyritøkan í Føroyum, sum framleiðir silvur. Alt arbeiðið fer fram í Føroyum – frá silvurplátum, sum verða innfluttar úr Týsklandi, til endaliga lutin, sum verður sagaður, loddaður og graveraður við hond.
– Vit eru tey einastu, sum hondgravera. Tað er eitt fak, sum er við at hvørva, og tí halda vit, at sjálvandi skulu føroyingar gera silvur til føroyingar, siga Hildur og Vár.
Munurin millum hondgjørt og nakað, tú keypir stoypt frá øðrum, er greiður: Tað, sum verður framleitt við hond, er altíð eitt sindur serligt. Hóast mynstrini eru tey somu, er eingin lutur 100 prosent eins – hvør silvurknappur, hvør stima og hvørt hárspenni ber ein dám av hondini, sum gjørdi lutin.
Fyri Hildur er tað týdningarmikið at varðveita føroyska framleiðslu. – Tað er okkara samleiki, sigur hon stutt og greitt.
Og føroyingar tykjast eisini at taka undir við tí. Eftirspurningurin eftir silvuri til føroysk klæðir er framvegis stórur, bæði millum kvinnur og menn. Í dag eru tað knappar til menn, sum selja mest, og fleiri eru byrjað at savna longu sum børn.
Trykkmaskina, sum broytti alt
Í einum heimi við vaksandi tørvi á tøkni og skjótleika, hevur Niels L. Arge eisini latið dyrnar upp fyri nýggjum møguleikum. Eitt dømi er ein trykktestmaskina, sum tey hava fingið í handilin.
Tá ur, ið eru vatntøtt, skulu skifta battarí, krevur tað trykktesting fyri at tryggja, at tey framvegis eru tøtt. Frammanundan máttu tey senda ur til Danmarkar, men nú ber til at gera hetta á staðnum.
– Vit skifta nógv battarí – umleið fimm um dagin – og nú sleppa kundarnir undan langari bíðitíð, sigur Vár. Hetta er eitt dømi um, hvussu ein gomul fyritøka eisini kann laga seg til nýggjar tørvir – uttan at missa sín samleika.
Familjufyritøka við ábyrgd og hjarta
At reka eina familjufyritøku hevur sínar fyrimunir – og sínar vansar. Hildur og Vár eru greiðar yvir, at arbeiðið fyllir nógv, og at tað kann vera ein avbjóðing at skilja millum arbeiðslív og familjulív. Men samstundis er tað eisini júst familjuliga samhaldið, sum hevur ment fyritøkuna so langt.
– Tey flestu, sum arbeiða her, hava verið her í nógv ár. Øll kenna hvønn annan, og tað er hugnaligt – tað følist næstan sum ein stór familja, sigur Hildur.
Tey gera eisini nógv annað enn bara silvur. Í handlinum selja tey ur, smúkkuskrín og aðrar vørur. Tey gravera alt frá steypum til medaljur, dópsting, og tey fáa eisini serligar uppgávur – eitt nú at gera húgvumerkini til føroyskar studentar.
Hóast eftirspurningurin er stórur, eru avbjóðingar eisini. Tey hava ikki nógvar hendur og vilja ikki flyta framleiðsluna úr Føroyum.
– Tað hevði verið í stríð við kjarnuvirðini hjá fyritøkuni, sigur Hildur.
Men nakað, sum tær báðar, Hildur og Vár, eru stoltar av, er, at fyritøkan hevur borið seg í nærum 100 ár – og framvegis livir og mennist.
– Eg eri mest stolt av, at hetta er framleitt í Føroyum – av føroyingum, til føroyingar – og at vit framvegis halda fast í okkara siðum, leggur Hildur aftrat.