Ongi úrslit

Ein rørandi løta í París

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
30. sepember kl. 19:00

Aftaná eina væleydnaða konsert í París fyrradagin, fekk Eivør Pálsdóttir eina heilt serliga uppliving. Har hitti hon Marie – eina kvinnu, ið búði hjá familjuni í Føroyum, tá Eivør einans var 12 ára gomul.

– Eg havi ikki sæð hana aftur síðani, men hon er akkurát líka fitt enn. Ein rørandi løta, skrivaði Eivør á hennara facebook síðu eftir konsertina.

Á ferð runt um heimin

Dugnaliga og altjóða viðurkenda songkvinnan er í løtuni á konsertferð, har hon skal vitja fleiri lond áðrenn ársskiftið.
Til 2. oktober er hon í Frankaríki, men síðan gongur leiðin víðari til lond sum Nýsæland, Avstralia, Spania og fleiri onnur.

Konsertferðirnar hjá Eivør eru væl vitjaðar, og hon hevur ein trúfastan fjepparaskara bæði í Føroyum og úti í heimi. Við sínum sermerkta ljóði, sum bindur saman føroyskan tónleik, elektroniska dýpd og persónligar frásagnir, hevur hon í fleiri ár staðið sum ein av størstu tónleikanøvnunum úr Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47