Nú verður serligur spenningur um løgtingsfundin sum verður í morgin - tí tað kann meiri enn so henda, at tað verður ein lagnustund hjá samgonguni.
Í morgin skal Løgtingið taka endaliga støðu til um penjónsaldurin skal hækka. Men endalig støða skal eisini takast til um farast skal undir at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út.
Tá ið málið varð til viðgerðar í gjár, var uppskotið um pensjónsaldur á skrá áðrenn uppskotið um Suðuroyartunnil.
Tað var kanska tí at Framsókn hevur sett sum treyt, at verður pensjónsaldurin ikki hækkaður, verður talan ikki um at fremja málið um Suðuroyartunnilin.
Kanska var tað eisini tí at allur Javnaðarflokkurin atkvøddi fyri at hækka pensjónsaldurin, hóast tað, eyðvitað, var við ringum tannabiti - og tað var eisini týðiligt, at tað stóð á hjá summum at javnaðarfólkunum.
Men tá ið tey síðani skuldi atkvøða fyri Suðuroyartunlinum, vildu tveir av tinglimunum hjá Framsókn, Karlot Heirgeirsson og Bjarni Kárason Petersen, ikki atkvøða fyri Suðuroyartunlinum - men kortini varð málið samtykt við stórum meiriluta.
Tað vakti undran hjá fleiri tingfólkum og summi førdi fram, at Framsókn hevði stungið Javnaðarflokkin í ryggin.
Men nú løgtingið skal taka endaliga, avgerðina um bæði pensjónsaldur og Suðuroyartunnil, í morgin er støðan broytt.
Tá verður tann broyting nevniliga gjørd, at í morgin skal atkvøðast um uppskotið um Suðuroyartunnilin, áðrenn atkvøðast skal um at hækka pensjónsaldurin.
Og tað hevur fingið eygleiðarar at gita, at nú kann talan vera um, at Javnaðarflokkurin fer at takka Framsókn fyri síðst, og fer at atkvøða ímóti at hækka pensjónsaldurin.
Hendir tað, fellur uppskotið um at hækka pensjónsaldurin, og so rýkur samgongan, tí Framsókn fer ikki at lata tað um seg ganga, at sjøtil verður settur á Suðuroyartunnilin, uttan at pensjónsaldurin verður hækkaður.