Ongi úrslit

Ein misti koyrikortið og ein fekk klipp

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum og í tí sambandi vórðu tveir bilførarar skrivaðir upp.

Løgreglan var á vegastrekkinum Millum Fjarða, har tað er loyvt at koyra 80 - men har bilførarar ofta hava lyndi til at koyra ov skjótt. Og tað gjørdu teir eisini í gjár, tí har varð ein bilførari skuldsettur fyri at koyra nakað oman fyri 110 kilometrar um tíman og sostatt missur hann koyrikortið treytað.

Ein annar varð skuldsettur fyri at koyra næstan 110 og tað fær hann klipp í koyrikortið fyri.

harumframt fáa báðir bilførararnir eisini bót.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44