Ongi úrslit

Ein maður skuldsettur fyri at stjala fleiri túsund krónur

Áki Bertholdsen
13. desember 2025 kl. 09:11

Ein maður er nú skuldsettur fyri innbrotið á Á handlinum við Norðskála fyrr í vikuni.

Tað var mikunáttina, at innbrotið varð meldað. Innbrotstjóvarnir hava brotið ein rút og eru sloppin inn tann vegin.

Tá ið tey vóru komin inn, funnu tey lykilin til pengaskápið, so tað var lagamanni at fáa tað upp.

Men tað vóru nógvir pengar í pengaskápinum og teimum fóru innbrotstjóvarnir avstað við. Løgreglan nevnir ikki ta nágreiniligu upphæddina, men tey siga, at talan var um undir 50.000 krónur, men meiri enn 10.000 krónur.

Tjóvarnir vórðu tiknir upp á vakmyndatólini í handlinum og tí veit løgreglan, at innbrotsjóvarnir vóru nakrir í tali, men tey vilja ikki siga, hvussu nógvir teir vóru.

Men løgreglan sigur eisini, at tjóvarnir høvdu fyrireikað seg upp á, at har vóru vakmyndatól, tí teir høvdu fjalt kropp og andlit væl við klæðum.

Og løgreglan sigur, at nú hava tey tikið ein mann fyri innbrotið. Hann hevir játtað seg sekan - men løgreglan veit framvegis ikki, hvørjir hinir tjóvarnir vóru.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41