Í dag koma nýggjar reglur í gildið í sambandi við koyrikort. Nú er nakað síðani, at føroyingar kundu fáa sær koyrikortið talgilt, og leggja tað á telefonina.
Tað er ein lætti hjá nógvum, tí tað hendur seg meiri enn so, at bilførarar gloyma koyrikortið eftir - og so fáa teir bót. Men við tí talgilda koyrikortinum á telefonini, slepst altíð undan tí - bara bilførarar hava telefonina við.
Men tað hevur verið ein trupulleiki, at tað talgilda koyrikortið er bara galdandi í Føroyum. Tað merkir, at tað hevur ikki verið góðkent í Danmark, so bilførarar, sum fara til Danmarkar koyra, hava framvegis verið noyddir at hava tað vanliga koyrikortið við.
Men í dag koma nýggjar reglur í gildi, so nú er tað føroyska, talgilda koyrikortið, góðkent í Danmark - og samstundis er tað danska, talgilda koyrikortið, góðkent í Føroyum.
Sostatt er ikki longur neyðugt hjá føroyskum bilførarum, sum fara til Danmarkar at koyra, at hava tað vanliga koyrikortið í lummanum.