Ongi úrslit

Ein koyrdi alt ov skjótt - og ein motorsúkkla koyrdi á einum hjóli

Áki Bertholdsen
5. juli kl. 10:15

Seinnapartin í gjár ringdi ein bilførari til løgregluna at fortelja tveimum, at hann hevði sæð tvær motorsúkklur fara eftir Giljavegi í Sandavági. Talan var um eina svarta og eina gula motorsúkklu, men tað sum leyp í eyguni á bilføaranum var, at tann gula motorsúkklam koyrdi á einum hjóli og fráboðarin helt, at tað sá rættiliga vandamikið út.

Løgreglan sigur, at tey fóru at leita við tí í huga at tosa nøkur álvarsorð við føraran á gulu motorsúkkluni - men tað var til fánýtis, tí tey funnu hann ikki.

Men tað var kortini ikki heilt til onga nyttu, tí í sama viðfangi tóku tey ein bilførara, sum brúkti holdhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi. Tað fær viðkomandi 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri.

Í Suðuroynni var løgreglan á ferð í gjár og kannaði ferðsluna. Tað var á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80, men har varð ein tikin fyri at koyra heilar 118 kilometrar um tíman. Sostatt missur hann koyrikortið treytað, umframt at hann fær bót.

At hann missur tað treytað merkir, at hann hann kann halda fram at koyra bil, men at hann má taka koyrikortið umaftur innan einar tríggjar mánaðir, annars verður tað tikið.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Peningurin er læstur fastur

23. juli kl. 13:04

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48